Millum mest víðagitnu liðfelagarnar hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í THW Kiel er franski málverjin, Vincent Gérard sum hevur vunnið bæði OL, EM og HM við franska landsliðnum.
Men nú hevur Vincent Gérard boðað frá, at hann gevst at spæla hondbólt á hægsta støði komandi summar.
Vincent Gérard er ikki partur av franska EM-hópinum, ið fer at kappast í Týsklandi aftaná nýggjár.
Tó hevur Kiel nógv at spæla fyri í bæði bundesliguni og í Champions League, so tað kann blíva eitt minniligt seinasta kappingarár hjá Vincent Gérard.
Vincent Gérard gjørdist eins og Elias partur av hópinum hjá Kiel í summar.