Liberaliseringar á fjarskiftisøkinum

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, hevur gjørt av, at víðka liberaliseringina á fjarskiftisøkinum

Fjarskiftiseftirlitið fer tí í næstum at lýsa við, at møguleiki er hjá áhugaðum at søkja um loyvi til at seta upp og reka fartelefonikervi og tænastur eftir nærri reglugerð.

Krøv verða sett um neyðugan fíggjarligan og tøkniligan førleika fyri at tryggja eina góða tænastu.

Fjarskiftiseftirlitið fer at standa fyri viðgerðini av umsøknum og ger síðani tilmæli til landsstýrismannin við samskiftismálum.

Í tíðindaskrivinum frá Vinnumálastýrinum verður boðað frá, at dyrnan eru opnar fyri umsóknum. Tær umsóknirnar, ið lúka treytirnar, fáa loyvi.

Fjarskiftislógin frá 1997 leggur upp til, at fræls kapping verður á fjarskiftisøkinum. Kappingin skal tryggja teir bestu og bíligastu karmarnar hjá brúkarunum. Hetta verður nú sett í verk.

- Tann meiri varandi og ynskiliga loysnin fyri menningina av fjarskifti er at fáa kapping eisini innan tað økið, verður sagt í tíðinaskrivinum.