Óli Johannesen gav í gjár avboð til landsdystin hjá Føroyum móti Frakandi mikudagin í næstu viku. Undan hesum var greitt, at Óli ikki fekk verið við móti Litava á Tórsvølli leygardagin, tí hann er leikbannaður til tann dystin. Nú hevur Óli fingið skaða, og hann verður ikki klárur til dystin í Fraklandi. Tí stendur greitt, at metmaðurin á landsliðnum heldur ikki verður við, tá føroyska landsliðið fer til Fraklands, og tað er uttan iva dyggur smeitur hja Jógvani Martin Olsen, landsliðsvenjara.