Liðugt við vatnorkuútbyggingum

   

Orkufelagið SEV setti ár 2000 føroyska verkfrøðingafyritøku at gera kann-ing av hvar framhaldandi og nýggj vatnorkuverk kundu byggjast kring landið. Frágreiðingin nevnist "Vatnorka ? yvirlit yvir útbyggingarmøguleik-ar" og vísir á útbyggingar av verandi verkum í Strandadali, í Árnafirði, Á Eiði, í Saksunardali og í Botni í Suðuroy. Nýggj vatnorkuverk eru í uppskotinum at verða bygd innan fyri Kaldbaks bygd har Týggjará verður byrgd inni, í Vagoynni við byrging um Tjørndalsá oman fyri Vatnsoyrar, og í Suðuroy har Kirkjuvatn verður innibyrgt. Samlitunnlar verða borðaðir til dalar og áir kringum, og so at siga alt nýtiligt vatn verður tikið til goymslurnar.
Kostnaðurin av nýbyggingum og víðkan av verandi verkum er mettur til 1.518 mill.krónur og skal geva góð 113 GWt um árið.
T.d. kostar nýbygging við Kirkjuvatn við samlitunnlum til allar áir í Fámjinsdali, Dalsá í Øravíkardali og Stórá í Trongisvágsbotni 166 mill. krónur og framleiðir 5,6 GWt um árið. Framleiðslukostnaðurin pr. kilowatt er kr. 29,82.
Í samrøðu í Útvarp Føroya um jóltíðir segði stjórin fyri SEV, Klæmint Weihe, at hildið bleiv á fram við vatnorkuútbyggingum. Ætlanin er allarhelst fyrst at halda á fram við Eiðis verkætlanini, Eiði 2, ið er víðkan suðureftir á vestursíðuni á Eysturoynni. Samlitunnilin hoyrandi til Eiði 1 oman fyri Svínáir skal borðast suðureftir til Sandá við Selatrað og møguliga longur enn tað. Frástøðan til Eiðisverkið verður so mikið stór at hallið á tilrenningartunnilum verður næstan 100 metrar, og er greitt at stór orkunøgd ikki kemur til sættis á rakstrar- og skilagóðan hátt.
Við Eiði 2 ætlanini verður alt fekst vatn í Sundalagnum burtur, og er púra vist at hetta kemur at hava stóra ávirkan á vistfrøðina og alt djóralív í økinum.
Eiðis-verkætlanin Eiði 1 og Eiði 3 stendur í umleið 700 milliónum krónum og gevur einans 40 GWt um árið. Klárt er at hetta er púra burturvið, tá sama orkunøgd kann fáast til vega fyri 1/10-part av brúktu upphæddini. Harafturat er Eiðisvatn og náttúran farin fyri skeytið.
Føroyar er tað norðanland, ið hevur lægstu varandi orkunøgd á einans 3% av brutto orkunýtsluni (1997) í mun til t.d. Noreg við 44%, Danmark við 8% og Svøríki við 28%.
Í tíðindastubba í dagbløðunum seinru helvt 2002 segði SEV frá um samstarv við BP, har kannast skuldi um vindorka kundi nýtast til at pumpa vatn millum tveir brunnar í Vestmanna. Kanningin skuldi verða liðug í januar, og vit hava skjótt fyrsta apríl, og einki hoyrist um nakað úrslit. SEV hevur annars ført fram at kannast skuldi hvar og hvussu nógv vindorka setast skuldi upp, tó at einki úrslit fyriliggur enn. Samstundis hoyra vit at vestmeningar arbeiða vit uppsetan av vindmyllum, men hava trupulleikar við íbindingarloyvinum í el-netið og hvør avrokningarkostnaðurin kann blíva.
Landstýrismaðurin í orku- og umhvørvismálum Eyðun Eltør bar á nýggjárum fram, at lógaruppskot skuldi leggjast fram soleiðis at el-netið varð nýtiligt hjá øðrum enn SEV.
Hægst ráðiliga vatorkuútbygging varð nádd innan Eiðisverkætlanin bleiv framd, og vil Føroya Nátturuverndarfelag tí heita á Landsstýrið og Løgting at rubba seg, og siga frá hvar tað er at mest týdningarmiklu mál samfelagsins verða viðgjørd og avgreidd.
Norðanlond hava uttan undantak skipa seg við nýggjari og nútíðar ravmagnskipan har einkarrættir eru avtiknir til frama fyri miðspjæddum og fleiri sjálvstøðugum orkuframleiðarum.
Varandi vindorkunøgdir eru ovurhondsstórar á okkara leið og aðrir framleiðarar enn SEV vilja gera íløgur. Tí er eingin orsøk at skattaborgarin framhaldandi skal knokkroytast og náttúran áhaldandi leggast í oyði.