Óli Mortensen: DM gull og nýtt persónligt met

Havnarmaðurin er í stórformi í løtuni. Í dag bleiv tað til DM á 800 metrum á stuttgeil

Óli Mortensen vann fyri løtu síðani gull á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2017 – og Frans Johannessen silvur – tá ið finalan í 800 metra frísvimjing fyri menn varð avgreidd. Tíðin 7:53.68 er stórt nýtt persónligt met hjá Óla Mortensen. Gamla metið var 7:57.56 frá, tá hann vann gull í somu grein á DM á stuttgeil í fjør, skrivar svimjing.com

 

Les eisini: Óli stóri sigursharrin

 

Tað var annars Frans Johannessen, ið legði út sum eitt óløgi, so at hann aftaná fyrstu 200 metrarnar var næstan trý sekund frammanfyri Óla Mortensen, sum tók vann sær fremsta plássið aftaná 500 metrar.

 

800 frí er ikki kappingargrein hjá monnum til komandi EM og HM kappingarnar á stuttgeil. Av tí sama vigar kappingin ikki eins nógv og hon kundi, skrivar svimjing.com, men leggur afturat, at tað er stórt at Óli Mortensen vinnur DM annað ári á rað.

 

Óli Mortensen vann um vikuskiftið 16 av 18 FM kappingum í stuttgeil. Tað er nýtt met, sum hann tók frá ongum minni enn Pál V. Joensen.

 

DM 800 metrar á stuttgeil:

1.     Óli Mortensen 7:53.68

2.     Frans Johannessen 7:58.13

3.     Mads Holm 7:59.76

4.     Søren Villumsen 8:02.08.