Óli Jacobsen sigur frá um A. C. Lützen

Í dag klokkan 15 fer Óli Jacobsen at greiða frá um Andreas Christian Lutzen og ætt hansara í Tilhaldinum í Havn.

Andreas Christian Lützen er hin fyrsti av Lützenættini í Føroyum. Tann 13. juni eru 200 ár síðani Andreas Christian Lützen varð føddur í Danmark. 24 ára gamal kom hann til Havnar sum lærari og organistur eftir at hava søkt starvið til stuttleika. Hann kom eisini upp í politikk, og sum løgtingsmaður var hann við at reka illa lýdda amtmannin Dahlerup av landinum.

Hann gjørdist fyrsti borgmeistari í Havn og fekk ein »vakran deyða«, sum dóttirin Anna Evensen skrivar í endurminningum sínum – tí hann small í føvningin á kongi, meðan hann talaði fyri kongi, tá hann steig á land á Kongabrúnni 25. juli í 1874, tá kongur á fyrsta sinni vitjaði í Føroyum á veg til Íslands til 1.000 ára haldið.