Óli Jóhannes Poulsen: Mannarættindi

Tað er heilt ótrúligt, at summir bólkar verða tiknir framum aðrar. Tá íð vit tala um mannarættindi skuldi ein trú, at vit hugsa um øll, teg og meg, uttan at fara longur inn í hetta kjakið.

Tá eg skrivi teg og meg meini eg øll, eisini okkum, ið roykja. Eg royki illa og veit at tað er ógvuliga ósunt, tað haldi eg at allir vit roykjarar eru klárir yvir. Men góðu tit, ið ikki roykja, hvat høvdu tit sagt við meg, um eg ein dag sá ein bumbu tjúkkan persón ganga við einum stórum ísi og át, hey tú halt uppat við hasum, hattar kemur at drepa teg, tú kostar eisini heilsuverkinum alt ov nógv­ar pengar?
Ella eg sá ein persón við hjartatrupulleikum, havt blóð­tøpp, ella aðra væl­ferðarsjúku vælsignaði brúka beinini, tú kostar heilsuverkinum alt ov nógv, bara tí tú tímir ikki at ganga. Kemur tú inn á forhøllina á landssjúkrahúsinum sært hesi fyribrigdi dagligt. Tað løgna við hesum somu fólkum er, at tey standa og ilskast inn á okk­um, ið mugu standa uttan­fyri í kulda og kava, tí tað er ikki pláss inni á sjúkra­húsinum fyri okkum. Skal tað verða mannarættur í Føroyum, hava tit ikki loyvi at blaka okkum út úr einum almennum stað, uttan at tit versigóð fyrst hava skaffa hesum stakkals menniskjum eitt lítið royki­rúm á hvørjari hædd, so hesi stakkals sjúklingar ikki verða blakaðir út at roykja. Nei tit tjúkku feitu og dovnu menniskju, takið fyrst í egnan barm, áðrenn tit koma eftir okkum, ið muga standa úti og njóta okkara last, meðan tit íð liggja innløgd vegna tykk­ara lastir, kunnu standa í forhøllini, við ísi og sjoku­látu og ilskast inn á okkum. Nei tit tingmenn, tá ið tit fara at taka hattar málið 269 B. Hugsið eisini um okkum, tíðan verri stóra skara av menniskjum í enn roykja.