Bridge
tíðindaskriv
Spenningurin í 1.deild var stórur undan tveimum teimum síðstu dystinum. Tvey lið lógu fremst við samastigatali, meðan eitt lið kom teimum á baki.
Liðið hjá Boga Simonsen og liðið hjá Allan- Dal Christiansen høvdu 149 stig á fyrsta plássinum.Liðið hjá Allan hevði tó betur innanhýsis skoru. Liðið hjá Símin Lassaberg lá á triðja plássið við 135 stigum.
Tá ið byrja varð fríggjakvøldið var mesti spenningurin um dystin millum Símin Lassaberg og Allan Dal- Christiansen, ið møttust. Liðið hjá Símin skuldi vinna dystin um teir skuldi hava møguleika fyri at vinna FM.
Tað sá eisini gott út hjá Símin, teir førdu við 25 imp, við hálvleik. Men so tóku Allan og teir sær um reiggj og smurdi Símin av, soleiðis, at Allan vann dystin 20-10.
Liðið hjá Boga hevði á pappírinum eina lættari skrá, teir møtti liðinum hjá Høgna Jacobsen, ið byrjaði kappingina so flott. Tað bleiv til stórsigur 25-0 til Boga, sum legði nakað at sjógvi millum seg og liðið hjá Allan.
Liðið hjá Allan spældi sín síðsta dyst móti Høgna Hansen. Allan skuldi vinna stórt um møguleikin at vinna FM skuldi varveitast. Hendan setningin megnaði teir til fulnar við at vinna 25-3.
Hetta gjørdist tó ikki nokk tí liðið hjá Boga hevði vind í seglinum og vann sín dyst móti Marjun Restorff við 25-2 og tískil varveittið liðið hjá Boga Simonsen FM-Heitið.
Á liðinum hjá Boga Simonsen eru umframt Boga sjálvan eisini, Hallberg Harnfríðsson, Hans Jacob Petersen, Rói á Rógvu Joensen og Jákup Hjaltalin.