? Tað verður nokk at tríva í.
Tað var eitt tað fyrsta, Óli Holm í Vági, segði, tá ið vit spurdu hann, hvussu føroyingar fara at merkja, at vit nú fáa ein nýggjan landsstýrismann í undirvísingar- og mentamálum.
Óli Holm er púra greiðir yvir, at tað er ein heitur stólur, hann setist í, tá ið hann í komandu viku tekur við starvinum sum mentamálaráðharri í Føroyum.
Tað ræðir hann ikki. Hann er til reiðar at taka við avbjóðingini, annars hevði hann sjálvsagt ikki gjørt tað.
Men hann ásannar samstundis, at nú er ongin tíð eftir, til løgtingsval verður aftur, so ongin skal vænta, at nú verða allir trupulleikarnir loystir.
?Løgtingsval verður í allar seinasta lagi um minni enn eitt ár. Kanska verður val longu í heyst. So tá ið vit hava í huga, hvussu drúgvar málsviðgerðirnar mangan eru í politikki, skal ongin vænta sær kollveltandi broytingar hesa tíðina mær er tillutað í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, sigur hann.
Spónin í
Men tað merkir als ikki, at nýggi landsstýrismaðurin ikki hevur hugsjónir og tankar um, hvussu viðurskiftini skulu skipast.
Tað hevur hann. Og hann er eisini til dystin fús at fara til verka.
? Tað eru nøkur viðurskifti, sum eg kundi hugsað mær øðrvísi, enn tey eru í dag. Og um tað ikki eydnast mær at fáa tey broytt, ætli eg mær í hvussu so er at royna at seta spónin í.
Men hann ætlar sær eisini at føra tað arbeiðið víðari, sum undanmaður hansara, Torbjørn Jacobsen, loysti úr lagdi.
? Torbjørn fekk nógv á skaftið, ikki minst fyri útjaðaran. Samstundis hevur hann eisini loyst nógv onnur mál úr lagdi og tey ætli eg mær at arbeiða víðari við, so fáa vit at síggja, hvussu langt vit koma.
Tað verður einaferð í næstu viku, kanska hósdagin, at nýggi landsstýrismaðurin tekur við. Hesar komandu dagarnar fer hann sostatt at gera burturav sær í skúlanum í Vági, tað sum hann hevur liggjandi har. Samstundis fer hann at hava fundir við fráfarandi landsstýrismann fyri at fáa meiri at vita um tey mál, sum røra seg í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, nú hann skal taka við.
Hann hugsar m.a. um miðnámsskúlarnar, Kirkjubømúrin og onnur mál við.
Skúlarnir størri frælsi
Trupulleikin, sum mest hevur verið tosað sum, seinastu dagarnar, og sum at enda feldi skiparan á Glyvrum, er trupulleikin í fólkaskúlanum, eitt nú tað, at skúlarnir hava fingið ov fáar tímar, at eftirútbúgvingin er skerd burtur og at játtanin til næmingar við serligum tørvi als ikki nøktar tørvin.
Óli Holm er sjálvur lærari og harafturat varaskúlastjóri í Vági, so hann kennir trupuleikan fullvæl innanífrá.
Hetta eru sjálvsagt trupulleikar, sum nýggi landsstýrismaðurin fer at taka upp.
Óli Holm sigur, at hann kann ikki lova, at nakað hendir við málinum, í hvussu so er til hetta skúlaárið.
Hann sigur, at nú, hann tekur við, hevur hann ikki fingið lyfti um hægri játtan til fólkaskúlan.
? Tað er ein trupulleiki, sum als ikki er viðgjørdur í sambandi við, at eg nú taki við. Og nú er so langt útliðið, at eg veit ikki, hvat kann gerast beint nú. Eg kenni heldur ikki smálutirnir í málinum.Tað má eg fyrst seta meg inn í og so fari er at vita, um tað ber til at finna eina loysn, um ikki annað so fyri at bøta um trupulleikan, um tað ikki eydnast at loysa teir til fulnar, tí tað tekur longri tíð enn so.
Annars er hann samdur um, at trupulleikarnir í fólkaskúlanum eru bæði nógvir og stórir.
? Men hetta er ikki nakað nýtt. Hetta eru trupulleikar, sum hava hópað seg upp ár undan ári og spurningurin er, hvussu tað ber til at loysa teir.
? Tað er ein sannroynd, at seinastu árini hevur fólkaskúlin fingið munandi størri uppgávur, enn hann hevði frammanundan, men at fíggjarliga játtanin hevur ikki fylgt við.
Eitt, sum hann heldur vera ein trupulleika, er, at eftir hansara tykki er skipanin ov stirvin.
? Eg haldi, at skjúlarnir eiga at fáa eitt ávíst frælsi til frítt at ráða yvir teirri játtan, sum skúlin fær ttillutað, men sjálvsagt skal skúlin lúka ávísar treytir viðvíkjandi undirvísing o.s.fr.
? Umframt at tað kundi givið skúlunum møguleika at brúkt meiri pening, har tað var mest átrokandi, hevði tað eisini givið hvørjari skúlaleiðslu størri ábyrgd til at reka skúlan so effektivt sum gjørligt.
Hann vísir eisini á, at sum er, fáa skúlarnir tímar tillutaðar eftir eini frymli.
Hesin frymilin er soleiðis, at nógvir skúlar koma rættiliga í klemmu. Eitt nú eru miðalstórir skúlar, sum Vestmanna, Giljanes, Tvøroyri og Vágur, rættiliga illa fyri, tí eitt, sum skúlarnir fáa tímatal eftir, er næmingatalið. Samstundis eru teir smáu bygdarskúlarnir eisini rættiliga illa fyri av tí sama, men hjá teimum heilt stóru skúlunum er støðan væl frægari.
?Spurningurin er, um ikki eisini hendan skipanin átti at verðið endurskoðað sigur Óli Holm.
Tú hevur eisini verið virkin ítróttarmaður í eitt mannaminni, bæði sum fótbóltsspælari og í nevndararbeiði av alskyns slagi. Tú ert nú formaður í VB, umframt at tú ert nevndarlimur í Fótbóltsambandinum, har tú eisini hevur sitið í fleiri undirnevndum. Hava vit nú fingið ein landsstýrismann, sum fer at geva ítróttinum betri sømdir?
?Eg haldi nú, at sum so hevur ítrótturin ikki so galnar umstøður. Men tað er eisini greitt, at ítrótturin skal stuðlast, tí arbeiðið, sum verður lagt í hann, er so ómetaliga týdningarmikið fyri trivnaðin runt umkring í samfelagnum, at tað kann ikki undirmetast. Ítrótturin er oftani bæði sál og ryggur í øllum tí sosiala virkseminum í eini bygd.
Sama týdning heldur nýggi landsstýrismaðurin, at teir smáu bygdarskúlarnir hava. Tí er ongin ivi hjá honum um, at teir eiga at varðveitast. Teir eru eisini ein týðandi partur av teirri gomlu, føroysku mentanini, so tað skipanina eiga vit at varðveita, hóast tað kanska kostar eitt sindur meiri.
Tað var eisini undanmaður hansara, sum setti skjøtil á at lýsa viðurskiftini í útjaðaranum við bæði útjaðarálitinum og økismenningarálitinum.
? Eg haldi, at tað er neyðugt, at politiska skipanin ger sær greitt, hvussu Føroyar skulu síggja út í framtíðini - og arbeiðir hareftir. Og tað er ongin ivin um, at eg og mín flokkur, eru heitir talsmenn fyri at varðveita bústaðarmøguleikarnar úti um landið. Tað er grundarlagið undir okkara mentan so tað eiga vit at halda fast um, sigur Óli Holm.