Liðfelagi hjá Sonna Ragnari seldur

Per-Egil Flo, sum hevur spælt á vinstra bakki hjá Molde, hevur í dag undirskrivað sáttmála við tjekkiska stórfelagið Sparta Praha.

 

Molde hevur sum flestum kunnugt fyrr í ár keypt Sonna Ragnar Nattestad, og tá in.fo tosaði við Svein Erik Jenset, leiðara í fjepparafelagnum hjá Molde, Tornekrattet, nevndi hann júst hetta sum ein møguleika.

 

Hann væntaði tá, at um tað vísti seg, at bæði Vegard Forren (sum nú er farin úr felagnum) og Per-Egil Flo og kanska onkrir verjuleikarar afturat fóru úr felagnum, fór tað at styrkja møguleikan hjá Sonna Ragnari Nattestad at vinna sær fast pláss á liðnum. Hann metti eisini, at tað fór at vera sannlíkt, at heldur enn at keypa ein nýggjan vinstra bakk, fór Ole Gunnar Solskjær at flyta onkran úr miðverjuni út á vinstra bakk at spæla.

- Ole Gunnar Solskjær er tað slagið av venjara, sum dámar at lata ungar spælarar royna seg. Hann fer tí at fáa møguleikan at sannføra liðfelagar, venjarar og fjepparar um síni evni. Um hann møtir til venjing og vísir, at hann meinar hetta í álvara, at hann satsar upp á hetta og at hann er ein góður spælari, sum gevur alt, so er eingin orsøk til, at hann ikki skal megna at bróta ígjøgnum, segði Svein Erik Jenset, sama dag sum Molde kunngjørdi avtaluna við Sonna Ragnar Nattestad.

 

Les eisini Sonni fær møguleikan at sannføra