Leys metalpetti funnin í bommpakkum

Bommpakkarnir eru seldir í føroyskum handlum.

Haribo afturkallar fleiri ymisk sløg av bommum, tí vandi er fyri smáum metallstykkjum í posunum. 

 

Metallstykkini eru ikki inni í sjálvum bommunum, men leys í posunum.

 

Orsøkin til tað er, at galið hevur verið við einari maskinu. Feilurin er nú rættaður, sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

 

Vøran eigur at latast aftur í handilin, har hon er keypt ella beinast burtur, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

 

Talan er um eitt nú Matador Mix, Click Mix, Det Skæve Mix, Stjerne Mix og fleiri líknandi bommposar.

 

Fyri at síggja meira nágreiniligar upplýsingar um ávísu vørurnar, les so HER.