Leypa á sjúkrabilar í Ísrael

Í Ísrael verður lopið á sjúkrabilar hjá hjálparfelagsskapum, eftir at landið í gjár varð álopið av Hamas-rørsluni.

 

Foto: Hassan Eslaiah/AP/Ritzau Scanpix

Tað sigur Bjarke Skaaning, sum er katastrofuleiðari hjá Dansk Røde Kors.

– Vit hava sjúkrabilar, sum eru álopnir av herfólki á báðum síðum.

– Og tað er sjálvandi sera syrgiligt, at tær reglar, sum galda í krígsstøðu, at heilsustarvsfólk skulu sleppa fram, at skipanin hjá Reyða Krossi verjir, ikki verður hildin, sigur hann.

Bjarke Skaaning hevur búð og arbeitt í Miðeystri í tíggju ár og er í løtuni í Danmark og fylgir støðuni.

 

 

 

 

Foto: Hassan Eslaiah/AP/Ritzau Scanpix