Veðrið seinastu og komandi dagarnar hevur verið illfýsi og kalt, men leygardagin minkar hann um vindin.
Seinnapartin í dag verður tó hvassur vindur upp í skrið av norði og kavaælingur, og hitin verður millum eitt og fýra stig. Fríggjadagin sigur veðurfrøðingurin hjá Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, sama veður við skrið ella stormi av norði og kavaælingi.
Leygardagin minkar hann vindin niður í frískan vind av vestri og útsynningi og yvirhøvur turt. Hitin verður millum fýra og 7 stig.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla veðurforsøgnina.