Hóast Levi Mørk hevur boðað frá, at hann hevur meldað seg úr Javnaðarflokkinum, so hevur flokkurin onga útmeldan fingið frá honum. Spurdur um hann hevur sent flokkinum uppsøgn sigur Levi Mørk, at hann hevur boðað flokkinum frá umvegis Facebook.
Men allar súður eru ikki syftar enn. Levi Mørk fór á fund við floksleiðsluna hjá Javnaðarflokkinum nú klokkan 13. Sjálvur sigur hann, at hann er javnaðarmaður um ein háls og fegin vil vera limur í flokkinum. Við Rás2 í morgun segði hann, at hann skilti ikki, hví flokkurin ikki kundi taka ímóti hansara umbering, eins og Heðin Mortensen hevur gjørt.
Tað var 22. juli, at Levi Mørk hevðí eina ógvuliga óhepna viðmerking um bumbuatsóknina í Noreg, har hann legði innflytarar undir illgerðina mælti til at »blaka heila lortið av landinum".
Hesi orðini fullu sum vera man floksleiðsluni fyri bróstið, ikki minst, tá málið varð nógv frammi í miðlunum.
Hvussu verður og ikki, so frætta vit um stutta tíð. Um flokkurin kortini vil hava Levi Mørk sum lim ella ikki. Greitt er, at Levi Mørk sjálvur fegin vil vera limur í Javnaðarflokkinum.