Skúvoy
Seinastu árini hava sæð, at glaðir gevarar eisini finnast í Føroyum, og ikki minst hava vit verið vitni til hetta í Sandoynni, har stórar gávur eru givnar bæði til Sands og Skálavíkar.
Nú kann Sosialurin so eisini ”avdúka” ein annan glaðan gevara, sum er uppilagsti navigatørurin í Skúvoy, Jóannes Poulsen, sum er ógiftur.
Fyribilsnevnd
Tá tað skiltist, at skúvoyingurin vildi lata bygdini hesa gávu til eitt hvørt tiltak, sum kundi hjálpa bygdini frameftir, tóku skúvoyingar seg saman og fóru á fund um at endurstovna bygdarfelagið.
Kjartan Hentze sigur, at hesin fundur varð hildin í missiónshúsinum í Skúvoy fyri stuttum, og tá valdi fundurin eina fyribilsnevnd til endurstovnan av bygdarfelagnum.
Hetta er ein trímannanevnd, har Kjartan er valdur til fyribils formann. Hinir báðir í nevndini eru Dánjal Hentze og Jákup Poulsen, allir við ættarbondum í Skúvoy.
Tá vit høvdu Kjartan í telefonini í morgun, segði hann seg ikki vita heilt ítøkiliga, hvussu málið um gávuna tók seg upp, men heldur, at tað var familjan hjá gevaranum, sum bar ynski hjá honum fram.
- Gevarin vil lata hesar 200.000 krónurnar til okkurt, sum kann hjálpa bygdini, sum Kjartan tekur til
Sosialurin skilir á Kjartani, at hann ikki er so glaður fyri, at vit siga fyri okkara lesarum, hvør gevarin er, men í Skúvoy búgva bert 25-30 fólk, og tí halda vit ikki, at nøkur meining er í ikki at siga, hvør gávumildi skúvoyingurin er.
Góðar stundir
Í Skúvoy hevur eins og í flestu øðrum bygdum verið bygdarfelag, men hetta felag hevur ikki verið virkið í fleiri ár.
- Vit kunnu siga, at vit við fundinum í Skúvoy herfyri endurstovnaðu hetta felag, og nú fara vit at hyggja at, hvørjir møguleikar eru fyri at útvega okkum tak yvir høvdið.
Kjartan sigur, at kommunan eigur onkur øki, um bygging skuldi komið upp á tal, men í løtuni dugir hann ikki at siga, um hetta fer at gerast aktuelt.
- Vit fara at geva okkum góðar stundir og fara ikki at leypa framav. Í bygdini eru nøkur tóm hús, og kanska fara vit eisini at hyggja at, um onkur hús kunnu útvegast og møguliga umbyggjast til bygdarhús. Alt hetta er so nýtt enn, og fyrr enn vit hava hugt upp á teir møguleikar, sum er, kann eg einki siga um, hvussu peningurin, sum gevarin ynskir at lata bygdini, verður brúktur, sigur Kjartan Hentze.