Lestrarstuðul skal umleggjast til lestrarlán

Lesandi á kandidatútbúgvingum í Danmark skulu ikki longur fáa studning

Búskaparligu vísmenninir í Danmark mæla í nýggjari frágreiðing til, at lesandi á kandidatútbúgvingum skulu ikki longur fáa ókeypis studning.

 

Í frágreiðingini stendur, at útreiðslurnar til lestrarstuðul eru 14 ferðir størri enn fyrst í sjeytiárunum, samstundis sum talið á lesandi bara er tvífaldað í Danmark hetta tíðarskeiðið.

 

- Vit halda, at lestrarstuðulin til lesandi á teimum hægri útbúgvingunum er ov høgur, og at tað hevði verið gagnligt við einari partvísari umlegging frá studningi til lán, stendur í frágreiðingini hjá búskaparligu vísmonnunum.

 

Útreiðslurnar til studning til lesandi, sum taka hægri útbúgvingar í Danmark, eru stívliga 20 milliardir krónur um árið, og tann peningurin kundi verið brúktur skynsamari, halda vísmenninir.

 

Mælt verður til, at bara lesandi, sum taka bachelorútbúgving, skulu fáa studning, og at studningurin skal umleggjast til lán, um tey lesandi velja at fara víðari og taka kandidatútbúgving.

 

Ein grundgeving fyri ikki at umleggja partar av studninginum til lán hevur fyrr verið, at ein slík skipan hevði havt við sær, at øll ikki hava sama møguleika at útbúgva seg.

 

Búskaparligu vísmenninir halda ikki, at neyðugt er at stúra fyri hesum, um tað bara er studningurin til kandidatlesandi, ið verður umlagdur til lán.

 

- Tá hava tey ungu fingið eina bachelorútbúgving og hava góðar møguleikar at meta um, hvørt tey hava førleikararnar at fara undir eina kandidatútbúgving, og um tað eru so stórir framtíðarmøguleikar við kandidatútbúgvingini, at tey hava mót til at taka lán, siga búskaparligu vísmenninir í nýggjastu frágreiðingini.

 

Vísmenninir vísa eisini á, at umlegging frá studningi til lán kann somuleiðis brúkast sum ein hóttan til lesandi á bachelorútbúgvingum. Hetta kann eitt nú verða gjørt við, at studningurin eitt lestrarár kann verða umlagdur til lán, um tey lesandi ikki klára seg eins væl og roknast kundi við, skrivar Jyllands-Posten.