Lesnaður á esperanto

Fólk flest, ið læra seg esperanto, gera tað við samskifti í hyggju, men tað eru eisini mong, ið læra seg málið helst við tí í huga at kunna lesa tær fjølbroyttu og ríku bókmentirnar, sum har eru at finna úr øllum heimsins ættum.

 

Esperanto er uttanveltað mál og umboðar eins væl allar mentanir, har ið tað verður nýtt. Esperanto umboðar sostatt eitt egið málsamfelag við egnum og fjølbroyttum mentanarheimi, ið letur eins væl dyrnar upp til eitt nú ungarskar, brasilskar, japanskar, kinverskar sum enskar, týskar og franskar bókmentir - umframt bókmentir, sum upprunaliga eru skrivaðar á esperanto, runnar av hesum sama fjølbroytninum.

Kannar tú eftir, finnur tú, at nógv tær flestu týðingarnar til tjóðmál um okkara leiðir hava enskan uppruna. Týðingar eitt nú eystaneftir eru harafturímóti upp á seg rættiliga sjáldsamar her. Tílíkur ójavni er ikki í esperantoheimi: týðingar og upprunaligar bókmentir á esperanto eru úr øllum heimspørtum. Tilsamans um leið 30.000 bind finnast nú á esperanto.

Danski esperanto-bókahandilin Libroservo, <Libroservo@esperanto.dk> (Ib Sunekær, Højlundshusene 16, DK-3500 Værløse), hevur um leið 300 bøkur á goymslu og kann lættliga útvega næstan hvørja esperantobók, tað skal vera. Har finnast høvundar sum Bertold Brecht, Cervantes, Chu Chan-yeh, Dante, Hamsun, Henrik Ibsen, Omar Khayyam, Astrid Lindgren, Lorca, de Sade, Shakespeare, Nevil Shute, Tolkien, og almangir aðrir.

Aðrir størri esperantobókahandlar eru, t.d. www.uea.org/katalogo/ við 1000-tals bókarheitum.

Eitt hitt mest fjølbroytta tíðarritið á esperanto man vera mánaðarritið MONATO, sum verður útgivið í Belgia; ábyrgdarblaðstjórin býr í Týsklandi, undirblaðstjórar í Belgia, Brasil, Eysturríki, Finnlandi, Hálandi, Japan, Noregi, Onglandi, Russlandi, USA.

La Revuservo de DEA, c/o Frederik Eriksen, Finsensgade 10, DK-4800 Nykøbing F. - Telf. 40532506 <frederikeriksen@post.cybercity.dk> - umboðar 11 esperanto-tíðarrit, millum onnur KOMENCANTO til teirra, ið byrja at læra seg esperanto, 100 kr, kemur út 8 ferðir um árið - og JUNA AMIKO til ung og børn, ið byrja at læra seg málið, 28 blaðsíður 4 ferðir um árið, 85 kr.

Esperanto er so mikið lætt at læra, at tú sum áður nevnt fært hylling á tí við sjálvlesnaði á teimum trimum blaðsíðunum í føroyska orðalistanum, Esperantobókini II (bls. 8-10), men betri venjing fæst við eisini at lesa læribókina, Esperantobókin. Báðar eru í varðveitslu á Bókamiðsøluni og kunnu fáast um allar bókahandlar. Framhaldandi venjing í at nýta málið kann t.d. vera við vanligum brævaskifti ella við teldupostsambandi. Stutt skeið eru javnan í øllum grannalondum okkara m.a. sum ymisk háskúlaskeið. Eisini finnast brævskúlar, t.d. Dansk Esperanto-Institut, Stenbrydervej 6, Værløse, DK-4640 Fakse; telf. 56714651; <brevskole@esperanto.dk> - 4 skeið á ymiskum stigum, 300 kr hvørt.

Og nýliga er útkomið eitt sjónbandað skeið, alt á esperanto, sum tú skilur so hvørt sum tú hyggur at tí: ?Esperanto, pasporto al la tuta mondo?, 2 sjónbond við 4 tímum hvørt, frá Flandra Esperanto-Ligo, Frankrijklei 140, B-2000 Antwerpen; <butiko@fel.esperanto.be> - hvørt bandið 81 evrur umframt postgjald.


Lesið eisini um esperanto í 45. bindi av Varðanum, bls. 99, og í Máltingi 1991 nr. 1. Upplýsing fæst eisini t.d. á heimasíðuni esperanto.dk. - Til esperantistar er eitt frálíkt internetmið á www.esperanto.net/veb


»Hjá tí, ið veit, hvat esperanto hevur í sær, er ómoralskt ikki at bera tað víðari« (Leo Tolstoy).


(Niðurlagt)

Jeffrei Henriksen