Lesaratøl: Bløðini steðgaðu afturgongdini í 2015

Áralanga aftugongdin hjá donsku dagbløðunum í lesarartølum steðagði í 2015, sum endaði við einum lítlum vøkstri hjá bløðunum sum heild.

 

Tað skrivar danska fjølmiðlaheimasíðan, MediaWatch.

 

Gongdin hjá donsku bløðunum vendi í 2015, har fleiri ár við afturgongd í lesaratalinum varð vend til eina stabilisering. MediaWatch skrivar, at samlað sæð høvdu landsdekkandi og regionalu dagbløðini ein lítlan vøkstur í 2. hálvári upp á 3,1 prosent í 2015.

 

Støðan er nøkulunda tann sama fyri landsdekkandi bløðini og regionalu dagbløðini í Danmark í hagtølunum. Landsdekkandi dagbløðini vusku tó mest við eini samlaðari øking upp á 3,5 prosent í 2. hálvári.

 

Millum tey landsdekkandi bløðini eru serbløð sum Informatión, Weekendavisen og Kristeligt Dagblad í serflokki við eini øking upp á ávikavist 15,9 prosent, 13,2 prosent og 10,5 prosent. Eisini Børsen heldur fram við at vaksa frá í 1. hálvári at vaksa við 11,8 prosentum til í 2. hálvári at vaksa við enn 3,5 prosentum. Mest lisna gjaldsavísin í Danmark, Politiken, økti um sínar lesarar á prenti við einum prosenti til 301.000 lesarar.

 

Størstu afturgongdina hevur BT við 7,5 prosentum. Ekstra Bladet hevði í 2. hálvári fall upp á 3,5 prosent. Í faktiskum tølum hevur BT við 148.000 lesarum tó enn fleiri lesarar á prenti enn Ekstra Bladet, sum hevur 134.000 lesarar, skrivar MediaWatch.