Lesandi á Ruc læra um tey livandi deyðu

Tey livandi deyðu – ella zombies – hava nú funnið sín veg til universitetið í Roskilde.

 

Í komandi mánaði skulu næmingar undir eitt nýtt toymi, sum eitur “International Relations and Zombie”, sigur lektarin Laura Horn við Ekstra Blaðið í dag.

Hon sigur, at tey royna við hesum at fáa tey lesandi at royna seg við einum evni, sum kemur frá poppmentanini.

 

Tey lesandi skulu lata sum, at tey deyðu reisast frá grøvum sínum, og seta heimin í eina vanlukkuliga støðu.

Lektarin sigur, at við hesum skulu tey lesandi taka støðu til hvussu tey ymsu londini, ST og fyritøkur sum Apple, Shell og Microsoft høvdu borið seg at, um fólk runnu undan zombium.

 

Lektarin spyr, um tað vil eydnast ST at savna heimin, ella um USA og ES fara aðrar vegir, og byrja at nýta vápn móti grannalondunum? Men samstundis eru aðrir leikarar við í hesum spælinum. Fer Amnesty International tildømis at krevja, at zombiir skulu hava menniskjarættindi?

Laura Horn viðgongur, at hetta er ein sera torfør uppgáva, men hon metir samstundis, at hetta verður sera læruríkt fyri næmingarnar, sum noyðast at hugsa heilt øðrvísi enn vanligt er.

 

Hetta er fyrstu ferð, at slíkt verður roynt í Danmark, men í Amerika hava næmingar í fleiri universitetum roynt seg við zombie uppgávum.