Lene Espersen takkar fyri seg

Eftir 20 ár í Fólkatinginum gevst Lene Espersen í politikki.

Lene Espersen, politiski talsmaðurin og eitt av teimum átta fólkatingsumboðunum hjá Konservativa flokkinum, hevur í dag boðað frá, at hon gevst í politikki.

 

Hon hevur fingið eitt tilboð í privata vinnulívinum, ið hon heilt einfalt ikki kann siga nei til, sum hon sjálv sigur.

 

- Høvdu tit spurt meg fyri hálvum øðrum mánaði síðani, hevði eg sagt, at tað, at vera politikkari er eitt kall. Men nú havi eg fingið eitt tilboð, sum eg snøgt sagt ikki kann siga nei til, sigur Lene Espersen við Jyllands-Posten.

 

Henni stendur í boði at gerast fyrisitingarstjóri í Danske Arkitektvirksomheder, sum er ein vinnugreinafelag fyri umleið 730 danskar arkitektafyritøkur.