Jóansøkufestivalurin tekur nú dik á seg, og avdúkar enn tvey nøvn, ið fara á pall á jóaansøku, og longu um nakrar dagar siga fyrireikararnir seg hava fleiri nøvn at avdúka.
Nøvnini hesaferð eru Lena og Niclas og Froðbiar Sóknar Bluesorkestur.
Lena og Niclas
Lena Andersen gjørdi fyrstuferð um seg fyri eini 10 –12 árum síðani, ella so, og kom frá fyrsta degi sum ein syngjandi stjørna á føroyska tónleikapallin. Føroyski sangfuglurin úr Canada gjørdist skjótt ein kend og væl dámd rødd.
Hon fann síðani saman við manni sínum, Niclas Johannesen, kendur guitarsnillingur, sum eisini hevur prógvað seg sum dugnaligan sangskrivara og framleiðara.
Tey bæði í felag hava roynt seg bæði her heima, og uttanfyri landoddarnar, og kalla tey seg tá Lena. Fleiri fløgur er tað vorðið til, og ljóðið, sangirnir og góðskan er sum gjørd til altjóða marknaðin, men har eru sum kunnugt nógv um boðið, so tað er ikki sum at siga tað at sleppa framat.
Men føroyingar hava í fleiri tíðarskeið verið noyddir at brynjað seg við toli, tí tey bæði hava ikki verið í Føroyum, men á tónleikaferð úti í heimi. Men tey eru í Føroyum aftur, og á Jóansøkufestivalinum er møguleiki at hoyra hesi bæði, ið innan tónleikin eru millum tey fremstu í vit eiga í Føroyum.
Froðbiar Sóknar Bluesorkestur
Froðbiar Sóknar Bluesorkestur hevði frumframførslu á fyrsta Jóansøkufestivalinum, sum var í 2005. Bólkurin tulkar kend løg, bæði “traditionals” og løg hjá størstu bluesnøvnunum. Teir eru sera trúfastir móti upprunaliga blues ljóðinum . Talan er um rættiligt blues-sound.
Íblásturin kemur m.a. frá Muddy Waters, Freddie King, John Mayall & Bluesbreakers, Fleetwood Mac, Otis Rush, Eric Clapton og fleiri øðrum.
- Her er talan um svingandi bluestónleik av høgari góðsku, framførdur í einum útatvendum stíli, sum teir sjálvir taka til.
Navnið sigur eitt sindur um skemtiliga lyndið, ið fylgir manningini, ið er lokal, tað vil siga av Tvøroyri/Froðba. Og tá tað finnast fleiri feløg og annað, ið bera Froðbiar Sóknar bæði hetta og hatta, og so vantaði líkasum bara eitt bluesorkestur at leggjast afturat.
Men skemtiliga lagið tekur tó ikki álvaran úr bluestónleikinum, tá hendan manning fer á pall, tí tá ivast ongin í, at Kristian Holbæk og hansara menn meina tað í álvara, tá bluestónarnir svinga, og ongin situr óávirkaður eftir aftaná eina framførslu hjá Froðbiar Sóknar Bluesorkestri.
Nú eru sostatt tvey nøvn løgst afturat teimum, ið fara á pall á jóansøku, og atgongumerkjasølan er byrjað. Nærri fæst at vita á www.joansokufestivalurin.eu