? Tey sendu mær fløguna, eg lurtaði eftir henni og dámdi hana, og so játtaði eg at hjálpa teimum.
Soleiðis greiðir Richard Ogden frá um, hvussu hann kom í samband við Lenu Andersen og Niclas Johannesen, og hvussu einfalt tað í grundini var, at hann kom at arbeiða fyri tey.
Richard Ogden er eitt kent navn í tónleikavinnuni. Hann hevur havt fleiri leiðandi størv innan tónleikin, og hann er eisini kendur sum umboðsmaður hjá Paul McCartney.
Nú hevur hann sítt egna felag, har hann roynir at føra nøkur fá tónleikanøvn fram. Eitt teirra er Bomfunk MC´s, sum hann hevur stílað fyri í nógv ár, og so føroyska Lena Anderssen.
? Fløgan hjá Lenu er framúr góð, og mær dámar tónleikin alsamt betur, sum tíðin gongur, sigur Richard Ogden.
Verið víða í tónleikinum
Richard Ogden byrjaði sína yrkisleið innan tónleikin í 1960'unum. Tá fór hann at skriva um tónleik, og í 1971 fekk hann starv í plátufelagnum United Artist, har hann skuldi røkja PR-arbeiðið hjá felagnum.
Nøkur ár seinni byrjaði hann sum umboðsmaður hjá nøkrum bólkum, og tað helt hann fram við, til hann í mitt í 1980'unum fór aftur at starvast fyri eitt plátufelag ? hesaferð var tað Polydor ? og hann var stjóri fyri felagið fram til 1987, tá ið hann varð biðin um at gerast manager hjá Paul McCartney og táverandi konu hansara, Lindu.
Hann starvaðist saman við Beatlanum fram til 1993, tá ið hann fekk leiðandi starv á marknaðardeildini hjá Sony Europe.
Fyri fýra árum síðani gavst Richard Ogden at arbeiða fyri Sony, og hann hevur síðani arbeitt meira fyri seg sjálvan. Fyrst hevði hann eitt felag saman við einum týskum felag, men fyri tveimum árum síðani keypti hann týskarnar út og hevur havt sítt egna felag ? ROM.
Norðurlond fyrst fyri
Richard Ogden hevur seinastu tríggjar mánaðirnar arbeitt við at føra Lenu Anderssen fram, og hann hevur í fyrstu syftu vent kikaranum ímóti Danmark og Noregi, har hann roynir at fáa ein avtalu í lag við okkurt felag, sum hevur hug at geva tónleikin hjá Lenu út.
? Fyrsta málið verður at fáa eina licence-avtalu uttanfyri Føroyar, so at tónleikurin hjá Lenu kann gevast út aðrastaðni enn í Føroyum. Vit stíla fyrst eftir Noregi og serliga Danmark, sigur Richard Ogden.
Grundarlagið undir eini sonevndari licence-avtalu, sum snýr seg um at geva innspældan tónleik út hjá onkrum felag, er fløgan hjá Lenu, sum kom út í fjør.
? Fløgan er frálík, og vit hava gjørt onkrar broytingar á fløguni, og vit hava tikið sangin I Still Love You, sum var eitt stórt hitt í Føroyum, við á fløguna, greiðir Richard Ogden frá.
? Tað snýr seg um at taka fyrsta fetið inn á europeiska meginlandið, og tað kann eins væl gerast í Danmark ella Noregi, sum í onkrum øðrum landi.
Lena hevur møguleikar
Richard Ogden heldur, at Lena hevur góðar møguleikar at koma fram við sínum tónleiki.
? Eg hevði ikki brúkt tríggjar mánaðir til at seta meg í samband við plátufeløg og onnur um Lenu, um eg ikki helt, at hon hevði ein møguleika. Lena kann saktans koma langt, hon hevur eina serstaka rødd, og samstarvið millum hana og Niclas er sera gott. Mær dámar sjálvur betur teir persónligu sangirnar hjá Lenu, heldur enn tann meira popputa tónleikin, sigur Richard Ogden.
? Eg eri ongantíð farin skeivur við tónleikarum. Eg havi ongantíð sagt nei til nakran bólk, sum seinni hevur fingið gjøgnumbrot. Tá eg fái okkurt bjóða, so veit eg skjótt, um tað hevur nakran kjans ella ikki, sigur hann.
Og tað skuldi givið greiðar ábendingar um, at Lena hevur ein møguleika ? í øllum førum heldur Richard Ogden tað.