Ólavur í Beiti
Í síðstu viku legði Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, uppskot fram um varðveiting av einum fjølbroyttum fiskiflota. Í lógini stendur m. a., at heimilað verður landsstýrismanninum at útgjalda stuðul til íløgur, rakstur og/ella veðhalda fyri parti av útgerðarláni, til tess at varðveita fjølbroyttan fiskiflota.
Og sagt verður eisini, at stuðul til íløgur, rakstur og/ella veðhald fyri parti av útgerðarláni, kann latast fiskifari, sum vegna vánaliga støðu í fiskastovnunum á teimum leiðum, har fiskifarið vanliga roynir, ikki ber seg rakstrarliga, men at útlit eru fyri, at fiskiskapurin kann gerast lønandi aftur, og um fiskiskapurin vegna vánalig stutttíðar útlit kann detta niðurfyri.
Ávísur tørvur
Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Jørgen Niclasen, at síðani lóggávan um íløgustuðul til feskfiskaflotan fór úr gildi, hevur tað verið ein ávísur tørvur á framhaldandi at stuðla einum parti av feskfiskaflotanum, sum ikki er undir dagaskipan og sum verður mettur at vera ringast fyri vegna støðuna í fiskastovnum sum kongafiskur og svartkalvi.
? Framhaldandi rakstrarstuðul til lemmatrolararnar hevur verið nógv umrøddur í løgtinginum, men hevur landsstýrismaðurin heldur valt at finna betri fiskimøguleikar, so at hesin nógv avmarkaði flotin kann klára seg sjálvan. Á fíggjarlógini fyri 1999 hevur løgtingið tí játtað 8 mió. kr til varðveiting av fjølbroyttum flota, har tað í viðmerkingunum verður sagt frá, at ætlanin er at nýta 6 mió. kr. til tess at stuðla royndum eftir fiskasløgum á djúpum vatni. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at nýtt uppskot fór at verða lagt fram til bata fyri lemmatrolarar.
Landleiðin
Ætlanin við uppskotinum er tí, at landsstýrismanninum eisini verður heimilað at stuðla tí parti av fiskiflotanum (lemmatrolarar), sum higartil ikki er undir galdandi lóg um varðveiting av fjølbroyttum flota, og at heimila landsstýrismanninum eisini at nýta hesa lóg á føroysku landleiðunum.
? Higartil hevur endamálið við lógini um at varðveita ein fjølbroyttan fiskiflota verið at stuðla fiskiskapi eftir kvotum v.m. uttanfyri føroysku landleiðirnar í tíðarskeiðum, har hesin fiskiskapur ikki bar seg rakstrarliga, men útlit vóru fyri, at fiskiskapurin aftur gjørdist lønandi, og har vandi var fyri, at fiskirættindini hjá Føroyum, vegna vánalig stutttíðar útlit, kundu detta burtur.
NAFO-økinum
Jørgen Niclasen upplýsur eisini, at lógin hevur verið nýtt til fiskiskapin á NAFO økinum (Flemish Cap) í beinleiðis veiðu eftir toski til tess at tryggja rakstur fyri einstakar túrar og at gjalda ein part av teirri eygleiðaraskipan, sum Føroyar sambært millumtjóða avtalur binda seg til í NAFO. Henda skipan ætlast at halda fram og eisini at galda fyri komandi eygleiðaraskyldur á NEAFC økinum og í føroyskum sjógvi.
? Støðan hjá lemmatrolarunum er broytt við minkandi tilfeingi av kongafiski og svartkalva, og at upsastovnurin er lívfrøðiliga í eini vánaligari støðu. Eisini er íløgustuðulin burturdottin, og møguleikarnir fyri kvotum í Barentshavinum eru sera lítlar, av tí at kvotan minkar í 1999 í so stóran mun, at tað er ikki rúmd fyri teimum fiskiloyvum, sum síðani 1994 eru givin, til tess at fáa betri gagnnýtslu úr hesum kvotutilfeingi, eisini til virkingar í Føroyum, sigur fiskimálaráðharrin m.a. í viðmerkingunum til uppskotið.