Hol er komið í maskinrúm, og tað er neyðugt at pumpa úr russiska trolaranum Olshana, áðrenn nýggj roynd verður gjørd at toga hann av Flesjunum Tað er hol á russiska trolaranum Olshana, sum síðani klokkan eitt korter til átta í kvøld hevur staðið á Flesjunum. Trolarin var á veg aftur til fiskiskap, eftir at hann hevði verið á Kollafirði, har hann hevði bunkrað 270 tons av gassolju.
Trolarin sendi neyðarkall út klokkan 19.17, og MRCC støðin syrgdi beinanvegin fyri, at Tjaldrið, sum var statt eystur úr Stongini, fór á staðið.
Manningin taldi 34 mans, og teir flestu eru við Pressaranum og Skúmaranum fluttir umborð á Thor. Trygdarmanningin, sum telur níggju mans, er framvegis umborð á trolaranum.
Anni á Hædd, tilbúgvinarstjóri, sigur, at skipið tekur sjógv inn, og at olja rennur úr skipinum. Neyðugt at pumpa olju úr skipinum, áðrenn roynt verður at fáa skipið av aftur.
Ætlanin er seinni í kvøld at leggja út oljubyrgingar, sigur Anni á Hædd, tilbúgvingarstjóri.
Veðrið er framvegis gott, men tað er so spakuliga farið at skýma. Veðurvánirnar fyri náttina eru góðar. Hann sigur frá verri veðri í morgin.










