Leivur Hansen og Kollafjarðarnevndin hava ikki álit á Sjálvsognarstovnininum Hallarstuðlum í Kollafirði

    

Síggi í Dimmalætting og á heimasíðuni hjá Leivi Hansen, at hann vegna kollfirðingar harmast um ætlanina at byggja Ítróttar- og samkomuhøll í Kollafirði.
Hevði ikki roknað við, at Leivur Hansen og Kollafjarðarnevndin komu við slíkum útalilsi um høllina. Men skilji væl at tey harmast, tí tað eru ikki tey, sum hava fingið gongd á málið, tvørtur ímóti.
Við greiðum boðskapi frá mentamálanevndini og býráðnum er sett út í kortið, hvussu Ítróttar- og samkomuhøllin í Kollafirði skal síggja út, og hvussu hon skal fíggjast. Tíðarætlan er eisini løgd, soleiðis at ítróttarhøllin stendur liðug til at taka í brúk í seinasta lagi í januar 2005.
Leivur Hansen vísir til samanleggingaravtaluna um byggjan av ítróttarhøll í Kollafirði og sigur, at hetta var tað, sum kollfirðingar vildu.
Taka vit samanleggingaravtaluna fyrst, so stendur har ikki við einum orði, at byggjast skal ein ítróttarhøll. Kanska Leivur Hansen kann greiða kollfirðingum frá, hvat hetta er fyri nakað, sum hann hevur sagt og billað kollfirðingum inn á borgarafundi. Hví stendur onki í avtaluni um nakra ítróttarhøll?
Í samband við samanleggingina var ein ætlan um íløgur gjørd og send kollfirðingum. Har stóðu nevndar kr. 15 mió kr. til skúlabygging og við lítlum undirteksti (fimleika- og venjingarhøll). Hetta var tað, sum varð lovað kollfirðingum av Leivi Hansen, og sum núverandi Kollafjarðarnevnd tekur undir við.
Ja, ein skúlabygging, lítil fimleika- og venjingarhøll, tað vóru lovorðini. Alt fyri kr. 15 mió.
Nei, Leivur Hansen, kollfirðingar skulu ikki hava nakra venjingarhøll ella fimleikahøll. Kollfirðingar skulu hava eina Ítróttar- og samkomuhøll, sum lúkar øll krøv til landsdystir, har situpláss skal vera fyri gott 600 áskoðarum.
Umframt kafeteria og felagshølir skal høllin vera karmur um bygdarlív, trúarlív, mentan, ungdóms- og ítróttartiltøk, eins og KÍF fær síni hart tiltrongdu felagshølir.
Hetta er tað, sum mentamálanevndin, KÍF og Sjálvsognarstovnurin Hallarstuðlar eru komin ásamt um.
Sjálvsognarstovnurin Hallarstuðlar er ein grunnur, sum hevur heimstað í Kollafirði. Feløg og stovnar í Kollafirði hava stovnað grunnin við tí endamáli, at byggja eina Ítróttar- og samkomuhøll, og er innskotspeningurin kr. 500.000.-.
Í ætlanini liggur, at byggikostnaðurin er mettur til kr. 13.430.000.-, harav eginfíggingin verður kr. 500.000.-, svarandi til innskotið í nevnda grunn.
Samlaði byggikostnaðurin at byggja høllina verður hereftir fíggjaður soleiðis:
Eginpeningur
kr. 500.000.-
Studningur frá Tórs-
havnar Kommunu
75% av kr. 12.930.00
kr. 9.697.500.-
Studningur frá
Mentamálastýrinum
25% av kr. 12.930.00
kr. 3.232.500.-

Tilsamanskr.13.430.000.-

Nógv hevur verið tosað um at útbyggja skúla og høll saman. Henda ætlan varð slept, tí hon kom at kosta millum kr. 35 og 40 mió. Eitt annað, sum var at fílast á, var, at í ætlanini skuldi skúlin vera í kjallaranum í venjingarhøllini. Ein vánalig loysn, har illa nokk dagsljós kom inn í skúlastovurnar.
Nú verða so skúli og ítróttarhøllin bygd hvør sær, men tey koma at hava tilknýti til hvønn annan. Hetta er rætti leisturin, sum her verður gjørdur.
Skúlin verður bygdur í tveimum stigum. Projektering fer fram í løtuni, og verður fyrsta byggistig liðugt í august 2004. Annað byggistig verður liðugt í august 2005.
Tá ið henda útbygging av Kollafjarðar skúla er liðug, er skúlin ein tann besti og mest framkomni skúlin í landinum, sum uppfyllir krøvini eftir nýggju fólkaskúlalógini. So á hesum øki koma kollfirðingar at vísa veg við einum framtíðarskúla, sum kommunan byggir.
Henda útbýgging kemur at kosta umleið kr. 20,6 mió. Arbeiðið byrjar fyrst í komandi ári.
Helt, at eg skuldi eisini upplýsa hetta so týðandi mál fyri kollfirðingum. Skúlin kemur at hava klassar frá 1. til og við 9. flokk.
At Leivur Hansen og Kollafjarðarnevndin ivast í, um Hallarstuðulsnevndin við røskum monnum og kvinnum fer at klára uppgávuna, er at hamast um, men tað má so standa fyri teirra egnu rokning og ábyrgd. Eg trúgvi uppá henda raska ungdóm, og fáa tey eisini allan tann stuðul, eg kann veita teimum.
Sum formaður í mentamálanevndini ivist eg onga løtu í, at hesin leisturin, sum er valdur, er tann rætti. Vit fáa eina góða Ítróttar- og samkomuhøll upp at standa - skjótt og eisini fíggjarliga forsvarligt.