Leivur fær høvuðpínu

Headache Blues Treo fer á pallin við nýggjum gittarspælara leygarkvøldið. Upprunaligi gittarspælarin er endaður á Cuba, og tí eru boð send eftir Leivi Thomsen

Headache Blues Treo hevur verið ein av best spælandi bólkunum í Prixnum í ár. Teir spæla blues-tónleik, og í fyrsta umfarinum gjørdust teir nummar 2.
Leygarkvøldið fáa teir so møguleikan at spæla seg í finaluna, og vápnið er enn einaferð vælspædir blues-tónar.
Gittarspælari í bólkinum er ? ella var ? Búi Dam, sum er ein av okkara evnaríku ungu gittaristum. Hann verður ikki við leygarkvøldið, tí hann er farin til Cuba í tónleikaørindum.
Tí hevur kvartettin við høvuðpínuni sent boð eftir einum øðrum tiltiknum gittarspælara ? nevniliga Leivi Thomsen.
Hann fer sostatt at spæla saman við tveimum øðrum royndum tónleikarum ? Rógva á Rógvu og Edvardi Nyholm Debess ? og tí unga Una Debes.

Nógvar royndir
Leivur Thomsen er ikki ein og hvør. Tónleikarin, sum er búsitandi í Keypmannahavn, og er ein av monnunum aftanfyri føroyska MediaMusic studio á Amager, er ein av mest virdu føroysku gittarspælarunum.
Hann var við í Plúmm, tann tíð tað var, og hann var eisini ein sentralur tónleikari í Føstufressum, sum góvu eina tiltikna plátu út seint í áttatiárunum. Hann er útbúgvin sum solistur á konservatorii niðri.
Leivur Thomsen ikki er tann tónleikarin, sum hevur gjørt mest um seg í Prix Føroyum, men nú verður hann so at síggja og hoyra á pallinum í Fuglafirði. Hann skuldi koma til Føroya í gjár, og so skuldi seinastu venjingarnar hjá bólkinum gerast.
? Eg vóni, at vit kunnu fáa seinasta finaluplássið, men tað verður ein hørð kapping, sigur Uni Debes, sum er sangari í bólkinum.