Leita við minni megi

Fólk gongur fram við sjóvarmálanum og hyggur, men ikki so intenst sum fyrstu dagarnar.

Fólk gongur fram við sjóvarmálanum og hyggur, men ikki so intenst sum fyrstu dagarnar.

 

Enn er so einki nýtt at frætta og eingin farvegur til saknaða 20 ára gamla Rana í Billustovu.

 

Tað eru nógv sjálvboðin, sum eru við í leitingini, og bátur leitar eisini, sigur Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur við Rás2.

 

Eisini verður hildið eygað við gørnunum, sum eru spent út á fjørðinum.

 

- Tað fer eisini at verða leitað frameftir, men hvussu leingi tað verður skipað fyri skipaðari leiting er ikki gjørt av enn, sigur Jón Klein Olsen.

 

Hoyr stutta samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.