Altjóða olympiska nevndin, IOC, hevur í dag fundast um hvørjar avleiðingar tað skal fáa russiskar íðkarar innan frælsan ítrótt, at mangir av teimum – og við hjálp frá russiskum myndugleikum – hava verið partur av einari umfatandi dopingskipan.
Tað var týski tíðindamaðurin, Hajo Seppelt, sum í einum dokumentari á sjónvarpsrásini ARD í desembur í 2014 avdúkaði og prógvaði, at russiskir embætismenn vistu hvat fyrigekk, og at nakrir av teimum eisini beinleiðis høvdu ein leiklut í stóra dopingspælinum.
Gølan hevur havt við sær, at forseti og landsliðsvenjari í russiska sambandinum hava lagt frá sær, russiskir íðkarar eru útihýstir og nevndin í altjóða samgonguni innan frælsan ítrótt, IAAF, hevur verið fyri ákærum, sum úrslitaðu seg í, at forsetin har eisini legði frá sær.
Á fundinum í dag, har IOC umrøddi hvat gerast við russisku íðkararnar til OL í Rio de Janeiro í summar, kom fram, at endaliga avgerðin verður útsett. Samgongan fer nevniliga at biðja um serkøna hjálp frá løgfrøðingum, sum skulu vera við til at finna eina hóskandi revsing.
Eisini fer IOC at bíða eftir altjóða ítróttardómstólinum, CAS, sum í ovurmorgin fer at koma til eina niðurstøðu í einari kæru frá russiska sambandinum innan frælsan ítrótt, ið hevur kært dómin hjá altjóða samgonguni, IAAF, sum útilokaði russiskar íðkarar frá OL í Rio.
Formaðurin í altjóða olympisku nevndini, Thomas Bach, hevur annars áður sagt, at IOC er tilreiðar at tilluta russisku íðkarunum ta harðastu revsingina – helst útilokan frá summarleikunum í Rio, sum byrja 4. august.
- Tey ting, sum eru komin fram í frágreiðingini, eru eitt álop á ítróttin og teir olympisku leikirnar. Álopið er uttan fordømi, segði hann.