Leita eftir fólki í Føroyum sum skara framúr at gera mat

Nú skulu norðurlendskar virðisønir aftur handast

Kennir tú onkran, sum skarar framúr í matvinnuni, so er at at siga frá. Nú er tíðin nevniliga aftur komin at styrkja vitanina um norðurlendskan mat og at fagna matmenning og nýskapan. Tað merkir, at nú er gera klárt til at finna fólk, sum hava uppiborið at fáa norðurlendsku matvøruvirðislønina, Emblu.

 

Tí leita tey nú eftir fólki, sum skara framúr at gera mat og sum hava uppiborið at vera í uppskoti til at fáa eina av teimum sjey Emblu-virðislønina. Tað er granskarasetrið iNova, sum samskipar arbeiðið í sambandi við Emblu-virðislønirnar, og evstamark at koma við uppskotum er 1. november. Embla-virðislønirnar eru handaðar tvær ferðir áður, í Keypmannahavn í 2017 og í Reykjavík í 2019.

 

Tað eru sjey virðislønir, sum verða handaðar, og tey, sum skulu heiðrast, eru sostatt ein rávøruframleiðari, ein matíverksetari, ein mathandverkari, ein matsamskiftari og eitt matferðamál. Harumframt verður ein virðisløn latin fyri bólkin, mat til mong og ein virðisløn fyri bólkin, mat til børn og ung.

 

Føroysku umboðini hava staðið seg sera væl og vit hava fingið Emblu-heiðursløn í hesum bólkunum. Sum matvøruferðamál vann Heimablídnisskipanin virðisløn í 2017 og Gimburlombini vann virðisløn í 2019. Sum rávøruframleiðari vann Dímunargarðurin virðisløn í 2017 og Grøna Oyggin vann í 2019. Og í 2017 vann Leif Sørensen virðislønina í  2017.

 

Tað er Meginfelagið fyri tey norðurlendsku bóndafeløgini, NBC, sum hevur ábyrgd av Emblu við stuðli frá Norðurlandaráðnum og hesa ferð er tað Norges Bondelag, sum er vertur fyri handanina, sum verður í Oslo 11. mars. Tey londini, sum eru við, eru Grønland, Ísland, Føroyar, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og Áland.