Leingjanin av flogbreytini skapar nýggjar møguleikar

Væl av fólki var samankomið til móttøkuna á farstøðini hjá Vága Floghavn í sambandi við handanina av longda flogvøllinum, eitt arbeiði, sum J&K Petersen hevur staðið fyri

Kitty Mai Ellefsen, forkvinna í nevndini fyri Vága Floghavn, var stak nøgd við arbeiðið, sum J&K Petersen hava gjørt við leingjanini av flogbreytini úr 1250 metrum upp í 1799 metrar.
- Tá koyrt verður fram við vatninum sæst, hvussu væl arbeiðið fellur inn í landslagið, segði Kitty Mai Ellefsen í røðu síni.
Og tað var ikki bert sjálvt arbeiðið, sum er væl frágingið.
- Samskiftið við J&K Petersen, meðan byggingin hevur staðið upp á hevur eisini verið fyrimyndarligt. Og mær vitandi hava ongar seinkingar verið hjá Atlantsflog orsakað av arbeiðinum, segði Kitty Mai Ellefsen.
Hetta hóast nógv hevur verið sprongt á flogvøllinum.
- Her er sprongt og koyrt burtur grót og mold sum svarar til tríggjar undirsjóvartunlar, segði Kitty Mai Ellefsen.
Hon nýtti høvi at takka starvsfólkunum hjá Vága Floghavn, eins og hon takkaði byggileiðsluni í felagnum.
- Eg skal eisini takka J&K Petersen og teirra undirveitarum fyri sera gott samstarv. Eisini skal eg takka kommununi her vesturi og øllum myndugleikum, sum vit hava samstarva við, segði Kitty Mai Ellefsen.
At enda takkaði Kitty Mai Ellefsen Johan Dahl, vinnumálaráðharra, og Vinnumálaráðnum fyri gott samstarv og góðan stuðul.

Bretar løgdu lunnarnar
Johan Dahl var næstur í røðini at flyta fram røðu, og hann segði, at talan er um ein stóran dag, ikki bert fyri Vága Floghavn, men fyri alt føroyska samfelagið.
- Hetta er ein stórur dagur fyri Vágoynna og fyri føroyska ferðavinnu sum heild, segði Johan Dahl.
Hann segði, at nógv vatn er runnið í ánni, síðani bretskir hermenn 8. juni 1942 lótu upp flogvøllin í Vágum.
- Bretar løgdu nógva orku í at byggja flogvøllin og sjóstøðina niðri á vatninum. Heilir 5.000 mans arbeiddu við hesum, og hetta arbeiðið legði lunnar undir flogvøllin, sum vit kenna hann í dag, segði Johan Dahl.
Vinnumálaráðharrin segði, at nú vit skriva 2011, er ein útbygging av flogvøllinum aftur framd, og tað er eitt føroyskt felag, sum hevur longt vøllin úr 1250 metrum upp í 1799 metrar.
- Hóast 550 metrar kanska ikki ljóðar av tí heilt stóra, so kann eg upplýsa, at J&K Petersen hava sprongt og flutt burtur 1,4 milliónir tons, og sum Kitty Mai Ellefsen nevndi, svarar hetta til tríggjar Vágatunlar, segði Johan Dahl.
Samstundis, sum flogbreytin er longd, eru eisini íløgur gjørdar í innflúgvingartól, sum munandi betra um innflúgvingina.
- Arbeiðið hevur gingið sera væl, og vit kunnu í dag frøast um, at vit hava fingið nógv meira fyri pengarnar, enn hvat vit roknaðu við. Í frágreiðingini frá 2006 var roknað við, at fyri 365 milliónir krónur, sum vórðu lætnar í Íleggingargrunnin, fekst ein vøllur upp á 1600 metrar., nýggj tøkni og útbygging av terminalinum. Í dag kunnu vit frøast um, at vit hava fingið ein flogvøll upp á 1799 metrar, nýggja tøkni og arbeiðið upp á nýggja farstøð er byrjað, segði Johan Dahl.

Nýggir møguleikar
Onkur kann kanska siga, at 1799 metrar ikki er so langt í flogvallarhøpi, og at hetta í sjálvum sær ikki skapar nýggjar møguleikar.
- Men fleiri dømir eru um, at flogvallir upp á hesa longdina, hava fingið væl burtur úr. Hyggja vit til dømis at Aberdeen Airport, høvdu teir í 2010 ein vøll upp á 1799 metrar, og har ferðaðust hetta árið 2,8 milliónir ferðafólk um vøllin, og tað svarar til 7.600 fólk um dagin, segði Johan Dahl.
Flogfeløg sum Easy Jet, Fly By, Air France, Thomas Cook, Eastern Airlines millum onnur flúgva dagliga til og frá Aberdeen til 43 destinatiónir um allan heim.
- Hyggja vit at tølunum fyri Vága Floghavn var talið á ferðandi um flogvøllin um 200.000 í 2010. At falda hetta talið við tíggju innan komandi tíggju árini, kundi verið gott og realistiskt mál at seta okkum fyri Vága Floghavn og føroyska ferðavinnu, segði Johan Dahl.
Hann segði, at leingjanin av flogvøllinum skapar nýggjar møguleikar, bæði fyri Vága Floghavn og fyri føroyska ferðavinnu.
- Longdi vøllurin og nýggj tøkni ger tað møguligt hjá øðrum flogtypum at lenda í Vágum. Fyrst í komandi ári kemur nýggja Airbus 319 flogfarið hjá Atlantsflog, og boðað er frá, at felagið fer at seta fasta rutu inn á leiðini til Barcelona í Spania um summarið, segði Johan Dahl.
Eisini Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri, Bjarni Askham Bjarnason, nevndarformaður fyri Atlantsflog, og Christian Andreasen fyri J&K Petersen, hildu røðu.