Í dag, í morgin og fríggjadagin er Løkshøll í Runavík karmur um skemtisangleikin Kúlla Knút og blómkálið, sum 10. flokkur í Runavíkar Kommunuskúla sýnir fram.
Hetta er føroyska útgávan av Bølle Bob, sum Elin á Rógvi hevur týtt, og leikurin er fyri børn og ung.
Til leikin eru nógvir sangir, sum tónleikabreytin í skúlanum við Løkin framførir.
Eisini hava fyrireikararnir valt at sett áskoðaraplássini ørvísi, tí nógvir leikarar og tónleikarar krevja nógv pláss.
Ein partur av næmingunum hava tikið sær av pallsmíðinum, og pallurin er í trimum, so ein partur er húsvognurin hjá Una, ein er torgið í bygdini og ein partur er so skúlastovan.
Longu fyrrapartin í dag hava verið skúlasýningarnar, og tilsamans fara meira enn 800 skúlaungdómar at síggja næmingarnar framføra.
Í kvøld og í annaðkvøld eru almennar sýningar, sum byrja klokkan 19.