Tað var kanska avgerandi løtan í dystinum á Anfield Road sunnudagin, tá Frank Lampard varð rikin av vølli fyri tackling móti Xabi Alonso hjá Liverpool.
Chelsea tapti at enda dystin 2-0, og eftir dystin var Luiz Felipe Scolari, venjari hjá Chelsea, skjótur at staðfesta, at útvísingin av Lampard var burturvið.
Beinleiðis reytt kort gevur vanliga tríggjar daga leikbann í ensku kappingini, men enska Fótbóltssambandið hevur nú givið Chelsea viðhald í, at Frank Lampard ikki skuldi fingið reytt kort, og at leikbannið tí verður strikað.
Hetta broytir tó ikki úrslitið, sum ber við sær, at Chelsea framvegis er átta stig aftan fyri oddaliðið, Manchester United.