Søvn Landsins hava sett Sámal Trónda F. Johansen í starv sum leiðara á Føroya Landsskjalasavni og Erhard Jacobsen í starv sum leiðara á Føroya Landsbókasavni. Sámal Tróndur Finnsson Johansen er 45 ára gamal og útbúgvin cand. scient. soc. við sergrein í søgu og geografi frá Roskilde Universitetscenter. Hann byrjaði á Landsskjalasavninum sum frítíðaravloysari í 1990 og starvaðist sum savnsvørður á Landsskjalasavninum í tíðarskeiðnum 1999-2002. Frá 2003-2008 var Sámal Tróndur Johansen settur í áramálssett starv sum landsskjalavørður, og eftir tað hevur hann sitið í tíðaravmarkaðum starvi sum landsskjalavørður fram til 31. desember 2010. Sámal Tróndur Finnsson Johansen tók við nýggja starvinum 1. januar 2011.
Erhard Jacobsen er 61 ára gamal og útbúgvin cand.scient.bibl. frá Danmarks Bibioteksskole í Keypmannahavn í 2004. Hann hevur fjøltáttaðar starvsroyndir, bæði hjá tí almenna og í privatari vinnu. Frá 1977 til 1983 var hann bókavørður á Býarbókasavninum, og síðan bókavørður á Landsbókasavninum til 1986, síðan aftur í tíðini 1994 til 1999 og 2002 til 2005. Í tíðini 1986 til 1990 var hann skrivari og seinni formaður í Starvsmannafelagnum. Seinastu árini hevur hann verið fulltrúi í Landsbanka Føroya. Erhard Jacobsen tekur við starvinum skjótast til ber.
Søvn Landsins fóru at virka sum ein stovnur á nýggjárinum. Í Søvnum Landsins eru Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið, Náttúrugripasavnið, Havlívfrøðiliga Royndarstøðin og Fornminnissavnið.