Leiðarar á ellis- og røktarheimum kring landið hava nú fingið nokk av sparingum á eldraøkinum.
Í hesum sambandi hava leiðarar fyri ellis- og røktarheimum havt fund við Almannaverkið um støðuna á eldraøkinum.
- Vit halda, at nú raka sparingarnar ov hart og tað er hetta, vit hava gjørt vart við á felags fundi í Almannaverkinum, sigur Hensia Einarsson, leiðari á Tjarnargarði.
Hon sigur, at nú er so nógv spart á eldraøkinum, at tey hava bara stundir at geva búfólkunum tað mest grundleggjandi røktina og tað er at geva teimum at eta, at hjálpa teimum á wc og í bað og at fáa tey í song um kvøldið og upp aftur um morgunin.
Alt annað virksemi sum hevur við trivnað, venjing og menning at gera, er skorið burtur.
- Tað eru hesi viðurskifti vit nú hava víst á á felags fundi í Almannaverkinum, sigur Hensia Einarsson.
- Tað er ov nógv virksemi, sum er dottið niðurfyri og tí halda vit, at vit eiga at gera myndugleikarnar varugar við støðuna einaferð afturat.
- Tí hava vit biðið um fundin við Almannaverkið, tí vit halda, at vit mugu hava umstøður til at taka hetta virksemi, sum hevur við trivnað, venjing og menning upp aftur.
Hon sigur, at leiðararnir á ellis- og røktarheimunum kring landið hava tískil heitt á myndugleikarnar um at eldraøkið fær eina eykajáttan.
- Á fundinum førdu vit fram, at tað er ikki nøktandi, at vit bara skulu hava stundir at geva búfólkunum tað mest grundleggjandi røktina.
- Í almannaverkinum hava tey nú skrivað alt tað niður, vit hava ført fram. Síðani fáa vit listan aftur at tryggja okkum, at alt er komið við og so verður listin sendur Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum til viðgerðar, sigur Hensia Einarsson