Meksikanska stjórnin vísir í sínum grundgevingum á, at amerikansku myndugleikarnir hava sýtt fyri at lata 54 meksikanskar fangar fáa hjálp frá meksikanskum ráðgevum. Tað er brot á Wiensáttmálan frá 1963.
Bæði Meksiko og USA skrivaðu undir sáttmálan longu í 1963. Sáttmálin áleggur millum annað londum at kunna fangar um, at teir hava rætt til ráðgevarastuðul. Tað hava amerikanarar ikki gjørt, sigur meksikanska stjórnin.
Meksiko hevur fleiri ferðir kært seg um, at USA nýtir deyðarevsing. Tað sama hava lond í Evropa gjørt, og amerikanska deyðarevsingin verður dúgliga umrødd í sjálvum USA, eftir at fyrrverandi guvernørurin í statinum Illinois ógildaði 167 deyðadómar herfyri.
Teir 54 meksikanararnir, sum eru dømdir til deyða í USA, og sum sita og bíða eftir at verða avrættaðir, og nú vil Meksiko hava USA at bíða við at fullføra deyðadómarnar, til mannarættindadómstólurin hevur tikið støðu til málið.