- Hetta er ikki serliga álitivekjandi.
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum, heldur, at framferðin hjá landsstýrinum í sambandi við ætlanina at einskilja Atlantsflog, er sera óheppin fyri okkara umdømi.
Landsstýrið hevur gjørt nógv fyri at lokka útlendskar íleggjarar til Føroya.
- Men tað, sum er hent í kjalarvørrinum á einskiljingini á Atlantsflog, er til skaða fyri okkara umdømi, sigur hann.
- Tá ið íleggjarar koma til Føroya, mugu teir kunna hava álit teirri kunning, teir fáa frá landsins politisku leiðslu.
- Íleggjarar mugu kunna hava álit á, at politiski myndugleikin heldur givin lyfti. Men tað hevur landsstýrið ikki gjørt í hesum føri og tað er ómetaliga keðiligt fyri okkara umdømi.
Tá ið Altantsflog varð einskilt, var tað greitt í allari tilgongdini, at 66% av Atlantsflogi skuldi einskilast í tveimum umførum.
- Samstundis var tað eisini greitt, at felagið skuldi hava heimstað í Føroyum og at landsstýrið varðveitti 34% av partapengunum fyri at hava vetorætt í sambandi við viðtøkubroytingar.
Bjarni Djurholm sigur, at hesar avmarkingar hava sjálvandi havt avleiðingar fyri kostnaðin, men tað var ein prísur, landsstýrið var sinnað at rinda fyri at tryggja sær, at Atlantsflog skuldi verða verandi á føroyskum hondum.
- Men tá ið landsstýrið ikki heldur orð, er tað ómetaliga óheppið fyri okkara umdømi, leggur hann afturat.
LES EISINI GREININA: Stór skomm
LES EISINI GREININA: Hava alla orsøk til at føla seg snýttar