Leggja fram kanning um happing

Í morginári fær Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, handaða eina kanning um happing í fólkaskúlanum.

Í morginári fær Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, handaða eina kanning um happing í fólkaskúlanum.

 

Í 2007 staðfesti ein spurnarkanning, at 15 prosent av næmingunum í fólkaskúlanum søgdu seg vera happaðar. Í morgin verður ein nýggj kanning løgd fram, sum er gjørd millum somu floksstig sum í 2007.

 

Spurningurin er, um átøkini, sum vóru sett í verk aftan á 2007 kanningina hava gjørt nakran mun. Um happingin er minkað, stendur í stað ella kanska er økt.

 

Hvar fer happingin fram? Er tað munur á kyni, floksstigi ella stødd á skúla? Hvat er happing í grundini? Svar uppá hetta og annað fæst í MMR í morgin kl 10

 

Talan er um kanning av øllum 5., 7. og 9. floks næmingum í føroyska fólkaskúlanum – tilsaman um 2.200 næmingar.

 

Í fjør vár setti landsstýrismaðurin í mentamálum arbeiðið í gongd til tess at fáa dagførda vitan um trivnað hjá næmingum í fólkaskúlanum. Endamálið var at fáa haldgott grudarlag, so tiltøk kunnu setast í verk at minka um happing og soleiðis økja trivnaðin.

 

Sambært Føroya Lærarafelag kemur henda nýggja kanning í tøkum tíma, tí eingin slík kanning er gjørd síðani 2007.

 

– Nýggja kanningin skal umframt at fáa til vega dagførdan kunnleika um happing í skúlunum eisini geva eina ábending um átøkini, sum sett eru í verk seinastu árini, hava munað, m.a. í hvønn mun happing er økt ella minkað í føroyska fólkaskúlanum. Kanningin, sum nú er gjørd, er lutvíst gjørd eftir sama leisti sum í 2007, men við dagføringum m.a. viðvíkjandi sosialum miðlum, skrivar Skúlablaðið.

 

Handanin verður í Mentamálaráðnum í morgin klokkan 10 og er almenn.