Leggja fram fíggjarlógina í dag

Á tingfundi kl 10 verður uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2025 løgd fram og tíðindafundur verður kl 10:15

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, leggur vegna landsstýrið fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2025, á tíðindafundi mánadagin 30. september klokkan 10.15. 

Tíðindafundurin verður í Smæruni í Havn og verður stroymdur á heimasíðuni www.fmr.fo.