Í fjør valdi felagið at ganga nýggjar leiðir, við at taka upp samstarv við heimsstjørnuna innan OL-rógving og heimsmeistara í inniróðri, Eskild Ebbesen.
- Saman við Eskildi fingu vit sett saman eina venjingarætlan sum var gjørd burturúr okkara og hansara royndum. Skjótt kom til sjóndar at menninir gjørdust sera væl fyri av hesari venjing, tó venjingin var sera krevjandi, sigur Ludvík við Stein, sum er formaður í felagnum.
Felagið mannaði tá tríggjar bátar, Tjaldrið, Heiðabátin og Eysturoying. Tjaldrið gjørdist nummar 4, Heiðabáturin og Eysturoyingur vunnu allar róðrarnar og harvið FM. Heiðabáturin setti somuleiðis met á 1500 m teininum. Teir gulu bátarnir eiga tí bæði 8 og 10 mannafars metini á longru teinunum.
Rógva við sama lag
Kappingarárið 2008 er longu hálvrunnið. Í ár eru hesir bátar mannaðir: Spógvin/barnaróður; dreingir og gentur. Tjaldrið/barnaróður; gentur. Tjaldrið dreingir. Heiðabáturin. Seinni í ár verður so Sølmundur við, við kvinnum og monnum.
- Vit halda sama stílin og úrslitini. Tó hava vit valt at leggja okkum eftir at manna smáu bátarnar við ungum og nýggjum kreftum. Tað tekur nakað av tí at koma fyri seg í róðri í dag, men komandi ár rokna vit við heiðursmerkjum hjá yngru manningunum, sigur formaðurin.
Fyri at halda einum felagið frammi í oddinum krevst stórt fólksligt og peningaligt grundarlag. Um eitt felag skal klára at nørast, so skal eisini nýskapan til. Millum annað kann nevnast at uttanlanda luttøka í inniróðri, hevur verið eitt afturvendandi tiltak. Eisini hevur felagið keypt ein altjóða góðkendan bát, við tí í huga at seinni hava møguleika at gera seg galdandi uttanlanda.
- Leygardagin leggja vit aftur á teymarnar og brynja okkum út til kappróður. Spennandi verður at síggja hvussu tað fer at hilnast.
- At rógva kapp í heimasjógvi er tann mest spennandi róðurin á árinum fyri okkum í kappróðrarfelagnum NSÍ, sigur Ludvík við Stein, formaður í kappróðrarfelagnum NSÍ.