Tað skrivar BBC, eftir at eitt kærumál varð avgjørt við ein dómstól í San Fransisco mánadagin.
Teir í Led Zeppelin vóru lagdir undir at hava stolið partar av sanginum »Taurus« frá minni kenda bólkinum Spirit. Gittarleikarin, Randy Wolfe, hevði skrivað sangin í 1968 – trý ár fyri »Stairway to Heaven«.
Ein partur av lagnum »Taurus« skuldi sambært ákærunum vera brúktur í introini til ikoniska lagið hjá Led Zeppelin.
Led Zeppelin-forsangarin Robert Plant og gittarleikarin Jimmy Page, sum skrivaðu sangin, høvdu skula rindað fleiri fleiri milliónir dollarar, um teir høvdu tapt rættarmálið.
/ritzau/