Teir sum hava siglt við Ólav Halga seta hvørjum øðrum stevnu í Fuglafirði, leygardagin tann 7. august Í november í fjør vóru 50 ár liðin, síðan portugalstrolarin, Ólavur Halgi, fyrstu ferð
stevndi inn á Fuglafjørð. Hesin trolarin fekk stóran týdning fyri bygdina ? og mangir
vóru teir unglingar allastaðni frá í landinum, sum fingu sína sjómansuppaling
umborð á Ólavi Halga.
Leygardagin tann 7. august, verður skipað fyri samkomu á Muntra í Fuglafirði fyri
allar teir (tey), sum hava siglt við Ólavi Halga í farnum tíðum.
Byrjað verður kl. 14, og ætlanin er at vera saman til út á kvøldið og geva høvið at
hugleiða og minnast aftur á góðar gamlar dagar.
Í samband við tiltakið borðreiðir Muntra við grýturætti og kaffi og køkum.
Fyrireikararnir siga, at teir vóna, at undirtøkan verður góð, men av praktiskum grundum er neyðugt at gomlu sjógarparnir melda til í góðari tíð. Hetta verður gjørt við at gjalda 150 kr. inn á kontu í Eik Banka
kontunr. 9181 ? 9854373.
Teir sum skipa fyri tiltakinum eru Bernhard Samuelsen, Jógvan á Lakjuni og Tummas Lambastein