Ólavur Højgaard syngur stuðulslag fyri Reyða Kross

Fyri stuttum gav Ólavur Højgaard út eina stakfløgu. Á stakfløguni er sangurin "In the Twilight", sum sonurin Rúni W. Højgaard hevur skrivað tekstin til. Rúni hevur eisini framleitt staklagið.

 

Allur peningurin, sum kemur inn í samband við søluna av hesari stakfløguni fer óskerdur til Reyða Kross.

 

Undir greinini ber til at hoyra eitt prát við Ólav Højgaard, har hann greiðir frá um sangin, og endamálið við sanginum. Í ljóðbrotinum hoyrist eisini eitt brot av sanginum.