Ólavsøkusýning við Pipar & Salt

Í ár fer at bera til at runda ólavsøkuna av við einum góðum látri. Leygarkvøldið - kvøldið eftir ólavsøku - verður nevniliga ein serlig sýning við Pipar & Salt í Ítróttarhøllini á Hálsi.

Talan er um somu sýning, sum júst hevur gingið fyri fullum húsum í Norðurlandahúsinum - men hendan sýningin fær sjálvandi ein serligan ólavsøkudám.

Sýningin verður klokkan átta leygarkvøldið.