Ólavsøkurenningin verður aftur í ár. 27. juli kl. 18 verður skotið latið av niðri á Skálatrøð.
Teinurin hjá teimum vaksnu er fimm kilometrar og hjá børnum eru teinarnir frá 430 metrum og upp í 1.3 kilometrar.
Freist at melda seg til er í morgin 25. juli og kann gerast á heimasíðuni hjá Bragdinum.
Heiðursmerkir verða eisini handaði so hvørt ein kapping er liðug.










