Ólavsøkuróðurin hátíðarhald á Reinsarínum

Mánakvøldið klokkan 19 skipar Áhugafelagið ólavsøkuróður fyri almennum hátíðarhaldi á Reinsarínum í Havn, tá ið tíggjumannaførini 2019 fáa handað heiðursmerkini, sum tey vunnu sær á ársins ólavsøkuróðri, eftir at dómsnevnd RSF nú hevur staðfest, at róðurin er galdandi.

Á hátíðarhaldinum verða røður og livetónleikur, borðreitt verður við kaffi og køku, umframt at 3-2 hjá Kringvarpinum fer at senda beinleiðis frá sjálvari handanini.

Hátíðarhaldið er alment, og fyrireikararnir heilsa øllum hjartaliga vælkomnum.