Danski poppbólkurin var eitt sindur einsljóðandi, hóast teir dugdu væl at framføra
Høvuðsnavnið í ár var Johnny Deluxe, og hesir komu á pallin eftir Side Effect. Hóast tað tók meiri enn hálvan tíma at gera alt klárt, so vóru fólk tendraðið og til reiðar, tá ið danskararnir byrjaðu klokkan hálvgum tólv.
Eftir eina røð av heldur ókendum løgum, komu øll hittini: ?Drømmer jeg?, ?Drenge som mig? og ?Vi vil ha? mer? millum annað. Fólk sungu við og genturnar skríggjaðu, tá ið forsangarin Noam greiddi frá, at hann hevði aldrin sæð so nógvar vakrar gentur sum í Føroyum.
Uttan at ljóða sum ein stirðnaður, gamal maður, so mintu sangirnir hjá teimum í so nógv um hvønn annan. Tú hoyrdi ikki mun. Næstan allir sangirnir koyrdu í sama tempoið, og lítið fjølbroytni var at hoyra. Men teir dugdu at spæla og undirhalda, og fjøldin var við.