Ólavsøku-floppið fær danir at avlýsa stórt tiltak

Eingin veitsluvika verður í Århus í ár, tí myndugleikarnir stúra fyri, at koronasmittutalið fer at veksa, líka sum tað gjørdi aftaná ólavsøku

Í gjár bleiv avgerð tikin um, at stóra árliga veitsluvikan í Århus verður avlýst í ár. Danskir myndugleikar mæltu býráðnum í Århus frá at halda veitsluna, og tað valdi býráðið so at gera.

Orsøkin til, at mann mælti frá veitsluvikuni, er, at mann ikki vildi uppliva tað sama, sum vit gjørdu í Føroyum á ólavsøku, tá smittutalið hækkaði nógv. Danskir heilsumyndugleikar góvu Århus tøl fyri smittutalið í Føroyum aftaná ólavsøkuna, sambært Jyllands Posten.

– Í tølunum sær mann eitt beinleiðis samband millum ólavsøkuna og smittutalið í Føroyum, sigur Jacob Bundsgaard, borgarstjóri í Århus.

Haraftrat er smittutalið í Århus blivið so mikið stórt, at tað verður mett sum óforsvarligt at hava eitt so stórt tiltak sum hetta. 

Tað plaga at vera umleið 500.000 gestir til hesa veitsluvikuna, sum í ár skuldi vera millum 28. august og 6. september.