Vegna sera stóra undirtøku í fjør, er tiltakið flutt av Tórsgøtu og oman á Kongabrúnna
27. juli verður aftur møguleiki at heiðra ymiskleikanum, tá LGBT Føroyar skipar fyri Faroe Pride. Hetta er fjórðu ferð, at Faroe Pride er á skránni í Føroyum. “Pride” er enskt orð, ið merkir at vera errin, og verður altíð brúkt til líknandi tiltøk uttanlands.
Talan er um árligt tiltak har samkynd, tvíkynd, transpersónar og teirra hinkyndu stuðlar, fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar ymisleikan hjá føroyingum og setur fram ynski um líkarætt fyri allar borgarar í Føroyum.
Skrúðgonga og konsert
Fríggjadagin 27. juli 2013 kl. 16.00 fer stóra almenna Faroe Pride skrúðgongan í gongd. Byrja verður við Gundadalshøllina, har hitað verður upp. Síðan verður gingið oman gjøgnum miðbýin, har enda verður niðri á Kongabrúnni við stórum ókeypis familjuvinarligum tiltaki.
Eins og í fjør, so fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur, og ætlanin er at veruliga seta lit á Havnina henda seinnapartin í juli. Skrúðgongan er ikki einans ætla LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar.









