Ólavsøkan í afturgongd

Sambært forkvinnuni í Tórshavnar Ítróttarráð, Kristiannu Høgnesen, so royndist ársins ólavsøka ikki betur enn í fjør. Og viðvíkjandi áskoðarum til kappróðurin var tað heldur ikki meiri enn næstbest

Eitt tað besta barometri yvir hvussu nógv fólk hava vitjað ólavsøkuna, er vitjanartalið í básunum í býnum. Hesar samskipar Tórshavnar Ítróttarráð og tey hava eisini fleiri hesar sjálv. Forkvinna er Kristianna Høgnesen og hon sigur, at ársins ólavsøka royndist nakað tað sama sum í fjør.

– Tað virkar sum um, at tað eru færri fólk í býnum nú. Ólavsøkuaftan helt eg nakað av fólki vera í býnum, men ólavsøkudag var ikki nógv, sigur hon. Kristianna Høgnesen metir, at nógv fólk velja mongu festivalarnar framum ólavsøkuna.

– Og nú er heldur eingin fótbóltur á ólavsøku, og tað hevur heilt víst ávirkan, samstundis sum kappróðurin heldur ikki er so væl vitjaður, sum hann einaferð var, vísir forkvinnan í Tórshavnar Ítróttarráð á.

Í fjør varð ført fram, at ringa veðrið helst átti sín stóra part av, at ikki heilt so nógv fólk vitjaðu ólavsøkuna, men í ár var veðrið bara á góðari leið.

– Veðrið kunnu vit so ikki skylda upp á í ár, sigur Kristianna Høgnesen avgjørt.


Lítið frægari enn 2006

Júst kappróðurin er eitt annað gott barometur yvir talið av ólavsøkugestum. 2006 var tað lakasta árið í fjórðingsøld, og táverandi formaðurin í Havnar Róðrarfelag, sum skipar fyri ólavsøkuróðrinum, Paul Kragesteen, upplýsti fyri Sosialinum, at tey skuldu heilt aftur til 1979 fyri at eitt ár, sum var verri enn 2006.

– Áskoðararnir til kappróðurin vóru sera fáir, og generelt vóru somuleiðis fá fólk í býnum, segði Paul Kragesteen tá.

Í ár var veðrið bara gott, men kortini vóru ikki nógvir áskoðarar til róðurin.

– Tað var frægari enn í fjør, men ikki heilt so nógv sum vit ynsktu. Samanumtikið eru vit tó nøgd, sigur formaðurin Óli Svein Hansen. Eins og forkvinnan í Tórshavnar Ítróttarráð so sigur Óli Svein Hansen, at tey ikki fáa skylda upp á veðrið í ár.

– Nei, tað fáa vit ikki. Hjá okkum er hetta helst eitt úrslit av róðrinum soleiðis sum hann hevur verið gjøgnum árið, og so ikki minst, at tíggjumannaførini vóru ógvuliga fá í tali í ár.

– Høvdu tað verið fleiri bátar, so høvdu tað verið fleiri fólk. Í Havnini er tað eisini avgerandi hvussu størru bátarnir standa seg. Serliga Ørvur og Havnarbáturin hava áhuga millum tey eldru, sum altíð hava fylgt teimum, men tá tað ikki gongur eftir vild hjá hesum bátum, so møta tey heldur ikki upp. Og tað gjørdu tey ikki í ár, vísir Óli Svein Hansen á.


Fleiri til konsert

Í 2006 bleiv skylda upp á ringa veðrið, sum var alla ólavsøka. Í ár var veðrið fínasta slag. Tó ikki fríggjakvøldið 27. juli, tá ólavsøkukonsertin var. Tá regnaði av grimd alt kvøldið og náttina við. Men um man skal fylgja orðunum frá stjóranum í byin.fo, Rúna Djurhuus, sum skipaði konsertini, so eydnaðist kortini at savna umleið 2000 fólk í Kommunuskúlagarðinum. Samanborið við konsertina í fjør, sum helst setti botnrekord fyri fæst áhoyrarar nakrantíð, so er tað ikki so galið at fáa so nógvar áhoyrarar aftur, hóast fyrireikararnir ikki hava dult yvir, at teir høvdu ætlað sær enn fleiri vitjandi.

Og fleiri vitjandi høvdu bæði Tórshavnar Ítróttarráð og Havnar Róðrarfelag eisini ynskt sær til tiltøkini, tey skipaðu fyri. Saman við fyrireikarunum av ólavsøkukonsertini hava tey nú eitt ár at hugsa um, hvussu tey fáa fleiri fólk til teirra tilboð næsta ár.