Lava skoraði fyri Frem

Andreas Lava Olsen skoraði og vann eitt brotsspark í venjingardysti fyri Frem ímóti Brønshøj í farnu viku, umframt at hinir báðir føroyingarnir í felagnum, Bogi Løkin og Jónas Þór Næs, eisini vóru partur av sigrinum. Í steðginum fór Andreas út og Bogi kom inn á miðvøllin og Jónas Þór inn á høgra bakk. Frem hevði fleiri møguleikar í seinna hálvleiki og fekk eitt mál, so dysturin endaði 2-0.